Loading Events
Filmur, SALT Bio |

SÆLA

Nær

25. februar 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Kostnaður

DKK 100

SÆLA

Føroyskur filmur í SALT.

SÆLA

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir
Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna
egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Stórur eftirspurningur hevur verið at síggja Sælu. Nú er møguleiki!

Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði, at “har er einki banalt,
einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga
kompakt, og kolasvart. Frálíkt.”

Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum
Rebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan,
neyðin, ivin, sannførandi.“

Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd, sum
eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata.

Leikarar: Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Ebba Malena Debess
Thomsen.
Leikstjóri: Katrin Joensen-Næs
Sjangra: Drama
Longd: 25 minuttir
Aldursmark: 15 ár

Hvar