Loading Events
Café Salt | SALT

Pop-Up søla hjá Dugna

Nær

30. november 2023 kl. 11:00

Longd

Áleið 6 tímar

Hvar

SALT

Pop-Up søla hjá Dugna

Dugni í Suðuroy hevur POP-UP sølu í Salt 30. Nov frá kl 11 til kl 17.

Seymistovan hevur m.a seymað smartar niðurdeilar úr brúktum kovboybuksum. Taskur eru gjørdar, úr ymiskum brúktum toyi, har reimarnir eru av trygdarbeltum úr bilum, sum annars skuldi burturbeinast.

Trædeildin hevur m.a umvælt barnamøblar, sum eru latnir frá Mýrifýpuni og gjørt skeribrettir úr dygdar góðum træi.

Eisini verður jólaprýði sum er gjørt hjá Dugna og brúktar leikur seldar.

Caféin í Salt er opin  og borðreiður vid onkrum leskiligum og góðum kaffi.

So komið forbí Salt 30. Nov., kanska tú finnur eina serliga jólagávu til ein tú vil gleða  ella bíligar leikur til eitt nú jólahosurnar..

Vit hava terminalar.