“Saman at standa var ei okkum givið”
Rámandi orðini hjá Hans Andrias Djurhuus eru ikki serføroysk. Menniskju kring allan heim hava ilt við at kjakast, uttan at koma til ilnar.
Men kontruktiva samtalan er ein demokratiskur aðaltáttur, har størsta kynstrið er virðingin fyri ósemjum; at tað er í lagi, at vit eru ósamd; og at ósemjurnar nýtast ikki at elva til hatur og ilstøður.
Fyrrverandi fólkatingslimurin, danskt/kurdiska, Özlem Sara Cekic, er í dag aðalskrivari í Brobyggerne, sum hevur til endamáls at styrkja samtaluna millum fólkabólkar, har ósemjurnar fylla.
25. mars Kl 19:00 fer Özlem Cekic at halda fyrilestur í SALT.
Vertur er kvinnubólkurin Valkyrjurnar úr Suðuroynni