Loading Events
Barnatiltak, Matur, mentan |

Oyggjadagur í SALT

Nær

3. desember 2022 kl. 12:00

Longd

Áleið 11 tímar og 30 minuttir

Oyggjadagur í SALT

Oyggjadagur í SALT 3. desember

Leygardagin 3. desember bjóðar vit allari oynni, bæði føroyingum og okkara tilflytarum, til ein heilt serligan dag og eitt serligt kvøld í SALT.

Kl. 12.00 til 17.00 er húsið opið fyri børnum, forldrum, ommum, abbum, systkum og so framvegis. Vit hava skapandi verkstaðir, barnakór og felagssang. Ingi Poulsen syngur nøkur løg og Rógvi og Julius koma at dansa jólatræ og býta gávuposar út til øll børnini.

Kl. 19.00 lata dyrnar uppaftur til eitt kvøld við mati, tónleiki, felagssangi, góðum práti og góðum lag. Borðreitt er við stórari og margfaldari buffet við  thailendskum, ukrainskum, indonesiskum, venuzuelskum, argentinskum og føroyskum mati.

 

Barrin er opin alt kvøldið. Buffetin kostar 100,- kr. Hugskotið er at samansjóða alla oynna og so nógvar nationalitetir, sum møguligt.

Hvar