Open Mic er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Tónleika gestirnir hesaferð eru Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen!
Aftaná teirra framførslu eru tað TYKUR ið avgera hvat hendir næst!
Tykur ið, hava áhuga at framføra á pallinum vera vinarliga biðin um at melda tykkum til við Kafé’ina. Tykur skulu upplýsa navn og í stuttum hvat tykur ætla at framføra, hetta kann verða ein sangur, skemt, ein forteljing, hugleiðingar osv.
Skráin fyri kvøldið:
19:00: Dyrnar lata upp
19:00 – 19:30: Fólk ið, vilja á pall hava møguleika at innskriva seg við kafé’ina.
19:30: Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin.
19:40: Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen fara á pall.
20:40: Mikrofonin er opin til tey ið vilja framføra.
22:00: Vit takka fyri kvøldið.
Síggjast í SALT.