NEOQUARTET ER EIN POLSK STREINGJAKVARTETT, IÐ FRAMFØRIR NÚTÍMANS KLASSISKAN TÓNLEIK. KVARTETTIN SAMEINIR OFTA TÓNLEIK VIÐ VISUELLA LIST, MODERNAÐAN DANS OG ELEKTRONIKK. SÍÐANI 2017, HAVA TEY SUM NEO ELECTRIC QUARTET SPÆLT NÓGV VIÐ ELEKTRONISK LJÓÐ.
NEOQUARTET ERU KEND FYRI AT ARBEIÐA SAMAN VIÐ YMISKUM TÓNASKØLDUM KRING HEIMIN. TEY LATA VERKINI HJÁ TÓNASKØLDUNUM Í NÝGGJAN HAM OG GEVA TÓNLEIKIN VÍÐARI TIL EINA STØRRI ÁSKOÐARAFJØLD.
HETTA GJØRDU TEY EITT NÚ VIÐ FØROYSKA TÓNASKALDIÐ, KRISTIAN BLAK, Í 2020, HAR TEY SPÆLDU LAG HANSARA “WATER AND SHIPS “YGGDRASIL VARIATIONS” (STRING QUARTET NO. 6)”. SÍ VIDEOLAG HER: HTTPS://WWW.YOUTUBE.COM/WATCH?V=C8MW0PG61JQ)
NEOQUARTET SKIPA FYRI NEOARTE FESTIVAL, HAR TEY JAVNAN BÍLEGGJA VERK FRÁ POLSKUM OG ÚTLENDSKUM TÓNASKALDUM. HIGARTIL HAVA YVIR 50 TÓNASMIÐIR ÚR ØLLUM HEIMINUM HALGAÐ VERK TIL NEOQUARTET.
HARAFTRAT SKIPAR KVARTETTIN EISINI NEOARTE SYNTHESIZER OF ARTS FESTIVAL, SUM VARÐ GRUNDAÐUR Í 2012 OG VERÐUR HILDIN HVØRT Í GDANSK Í POLANDI.
Á KONSERTINA FRUMFRAMFØRA NEOQUARTET STRÚKIKVARTETT EFTIR SUNLEIVI RASMUSSEN, SKRIVAÐ TIL TEY Í 2022. HARAFTURAT PRESENTERA KVARTETTEN NÝGGJA FLØGUÚTGÁVUNI HJÁ KRISTIAN BLAK, SUM TEY HAVA INNSPÆLT Í VETUR OG KVARTETTIR ÚR PÓLANDI.
KAROLINA PIĄTKOWSKA–NOWICKA,
PAWEL KAPICA (VIOLIN)
MICHAŁ MARKIEWICZ (BRATSJ),
KRZYSZTOF PAWŁOWSKI (SELLO)