Loading Events
Matur, Tiltøk | SALT

Móti, matur & stílmenning **Tiltakid er útsett**

Nær

28. august 2021 kl. 19:00

Longd

Áleið 4 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 650

Móti, matur & stílmenning **Tiltakid er útsett**

Vit kenna tað øll, vit standa frammanfyri einum fullum klædnaskápið, men einki at fara í. Óansæð hvussu vit venda okkum móti spegilinum, so er okkurt at peika á – og vit føla okkum ikki væl.

Um vit vilja tað, ella ei – so hevur kenslan av hvussu vit føla okkum nógv at siga, og avspeglast út í umheimin.

Kom við til eitt kvøld sum verður á tremur við íblástri, stílmenning og undirhaldið av Ann Leivsgarð, saman við einari spennandi matskrá frá Gutta Winther.

 

MATSKRÀ:

Forrættur:
Tapas úr fiski

Høvuðsrættur:
Laksur við aspargus, purru & nýggjum eplum

Dessert:
Rabarbur, hvonn & hvít sjokoláta

Um Ann Leivsgarð:

Føroyska Ann Leivsgarð bleiv útlærd sum hárfríðkari í Føroyum hjá í 2008. Ann flutti til Keypmannahavnar í 2009 og hevur arbeitt sum sjálvstøðug síðan 2010. Í 2017 lat Ann fyrstu salongina upp á Sankt Pedersstræde í Keypmannahavn og longu í 2020 flutti hon í 158 kvm. stóru hølini í tveimum hæddum, á Strøgnum.

Stutt kann sigast um Ann, at hon brennir fyri fakinum og við síðunar av dagliga yrkinum hevur hon arbeitt m.a. fyri Schwarzkopf professional og nú fyri Balmain Hair Couture sum Master Trainer, har hon undirvísir bæði í Danmark og uttanlanda.

 

Hóast mongu royndinar innan fakið, gongur Ann javnan á skeið, fyri at menna seg innan nýggjar teknikkir, og styling sum hon eisini førur út í verk við ymiskum mótasýningum, styling í bløðum sum Euro Woman osfr. M.a. er Ann eisini vald at vera eitt navn fyri Balmain Hair Couture á CPH-fashion week, har hon stendur fyri egnum showi.

 

Um Gutta Winther:

Gutti Winther og sonn matgleði ganga hond í hond.

Hann er forvitin og leitar altíð eftir smakkum og nýggjum háttum at seta smakkir saman. Hjá honum eru tað føroysku rávørurnar, ið eru berandi.

Gutti kemur suður við føvninginum fullum av fiski og øllum tí allar besta grønmetinum, sum er klárt at taka upp síðst í august.

 

Evsta freiðst at ogna sær atgongumerki er 23. aug kl 00:00

Hvar