Loading Events
Stroyming |

Marja Mortensson & Daniel Herskedal v/ TrondheimSolistenes Strykekvartett

Nær

24. mai 2020 kl. 19:00

Longd

Áleið 1 tími

Marja Mortensson & Daniel Herskedal v/ TrondheimSolistenes Strykekvartett

Suðursamiska sangarinnan, sum bergtók okkum á konsertferð her heima í februar, framførir saman við tubaleikaranum Daniel Herskedal, sum eisini er vælkendur Føroyum.

Marja dugir sum fá at siga frá sínari og sámanna søgu, teirra mentan og list.

“Marja Mortensson hevur eina sovorðna rødd, sum tey plagdu at brenna fólk á báli fyri”. Soleioðis byrjar ummælið hjá Klassekampen av nýggjastu útgávuni hjá suðursamisku listakvinnuni og joikaranum Marja Mortensson (f. 1995). Lååje – Dawn, sum kom út í heyst, er fyrsta duo-útgávan við jazztubaleikaranum, basstrompetleikaranum og viðtónaskaldinum Daniel Herskedal. Á útgávuni spæla tey saman við TrondheimsSolistenes Strykekvartett.

Mortensson syngur á suðusamiskum, sum í dag verður tosað av færri enn 1000 persónum, og hon hevur nærum einsamøll givið tónlistaliga mentanararvi sínum nýtt lív.

Onnur útgáva hennara Mojhtestasse – Cultural Heirlooms, sum varð bygd á suður- og umesamiskan joiksið, varð tilnect ein Nordic Music Prize og fekk eina væluppibornða Spellamannsvirðisløn í 2019.

Altjóða viðurkendi tónleikarin Daniel Herskedal, sum sambært tíðindablaðnum Morning Star spældi ársins bestu konsert í London í 2019, hevur nýliga debutterað sum filmstónaskald í Brad Pitt-framleidda filminum The Last Black Man in San Francisco.

Saman hava Daniel og Marja skapt Lååje – Dawn, har meginparturin av tónleikinum eru nýskrivað løg í einum landslagi, har bæði listatónleikur, strúkaraútsetingar og suðbundin tónleikur hava sítt pláss.

«Hun frembringer en sangprakt som burde få lyttere fra alle verdenshjørner ned i knestående. Så vakkert, så annerledes, så intuitivt lett å forstå og føle». 
– DAGENS NÆRINGSLIV 

Hvar