Loading Events
Tiltak | SALT

MÀF 40 ára veitsla

Nær

21. september 2019 kl. 19:00

Longd

Áleið 9 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 150

MÀF 40 ára veitsla

MáF 40 ára føðingardag
Nú er at seta kross í kalendaran, finna veitsluklæðini fram og pussa skógvarnar. Tann 23. september 2019 verða tað 40 ár síðan, at Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað – nevnliga 23. september 1979.

Í hesum sambandi skipar MáF fyri føðingardagsveitslu:

Dagseting: 21. september 2019
Stað: SALT á Tvøroyri
Tíð: Kl. 19.00
Tiltakið er alment og harvið hava øll áhugaði møguleika at halda henda stóra dagin saman við nevnd og limafeløgum í MáF. Prísur einans kr. 150,- fyri hvønn persónin.

Veitsluskrá:

Veitslan byrjar kl. 19:00 við vælkomudrykki. Síðan verður farið til borðs, har borðreitt verður við drykkjuvørum og einari matskrá við tveimum rættum:

1. Høvuðsrættur: Lambskjøt v/stoktum eplum, salat og sós.
2. Dessert: Dronning Maud (fromasja v/rivnari sjokulátu og likøri).

Undirhald verður við tónleiki, stuttleikum og øðrum undir borðhaldinum. Aftaná borðhaldið verður dansur og barr, har gestirnir kunnu keypa drykkjuvørur.

Uppihald og ferðing:

Skipað verður fyri ókeypis uppihaldi í Suðuroy fyri teir luttakarar, ið ynskja tað – sí tilmeldingarskjalið.
Luttakararnir rinda sjálvir ferðing í samband við veitsluna.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin og kunnu tekna seg at luttaka á hesum tilmeldingarskjali. http://www.maf.fo//tilmeldingarskjal.html

Freistin fyri tilmelding og luttakaragjaldi er 31. august 2019.

Hvar