Loading Events
Sjónleikur | SALT

Lortið (La Merda)

Nær

21. september 2024 kl. 19:30

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 200

Lortið (La Merda)

Í leikinum LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag – har hon sjálv er vøran.

Leikhús SKIFT og GUT//productions sýna leikin í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt, stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Unga kvinnan á pallinum kýtur seg við øllum hon eigur og hevur í sær, men veit ikki sjálv av, at hennara egna kvinnuideal og sjálvshatur eru um at gera av við hana.

Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað – MEYKA DA.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik – forbrúkarasamfelagið har øll liggja undir fyri onkrum.

Leikurin er eitt sorgarkvæðið, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn – og fylgjurnar av strukturellu samfelags broytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fóta sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.

 

LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við  sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin var róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum.

Føroyska pallsetingin hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum í oktobur í 2023. Leikurin varð eisini spældur í Løkshøll í novembur 2023 og nú verður møguleiki at síggja føroysku uppsetingina í SALT leygarkvøldið 21. September 2024.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

 

Luttakarar:

Tulking: Durita Dahl Andreassen

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard

Tekstur: Cristian Ceresoli

Umseting: Marita S. Dalsgaard

Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen

Ljós: Súni Joensen

Grafikkur: Kirstin Helgadóttir

Útgerð og tøkni: Steingrund

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir.

Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions

Leikurin verður spældur í SALT 21. September 2024 kl. 19.30

 

Longd: 70 minuttir

Aldursmark: 16 ár

Brot úr ummælunum:

Lortið fær fimm stjørnur frá mær. Høgni Djurhuus, Sosialurin 20.10.2023

Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D. Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverk. Kinna Poulsen, Listaportal.com 13. okt 2023

Hetta er ein stór listarlig uppliving, men eisini ein kenslulig uppliving, bæði groteskt og í løtum sárbart, og enntá stuttligt.

Leikurin setur kvinnukúgan í okkara samfelag á ein piedestal og setur kastljós á hann (…) Hetta er faktiskt ein varði í føroyskari leiklist, ið øll, ið dáma leiklist mugu uppliva.

Toymið handan leikin kunnu vera so ómetaliga errin, takk fyri tykkum! Niels Uni Dam, facebook 12.10.2023.

Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór list Niels Uni Dam, Vágskálin KvF 18.10.2023

Tað sterka í leikinum er kroppurin, sum manifestatión og ritual. Ræðandi og innbjóðandi.

Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 11.10.2023

Eg eri faktiskt ordiliga rørd, tí hetta var eitt ramaskríggj frá einari ungari kvinnu, sum eg haldi faktiskt, at eg kenni meg aftur í Gunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF 18.10.2023

Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatión Gulla Øregaard, Vágskálin KvF 18.10.2023

 

Tá frumsýningin var liðug hóskvøldið, var klappað í meira enn tríggjar minuttir og blómutyssi vóru handað. Tað løgna hendi so, at tá alt var av, fór eingin á føtur. Fólk vóru sitandi. Undrandi og still. Vágskálin KvF 18.10.2023

Hvar