Russisk romantikk og annað
Nú fyri páskir vitja tveir tónleikarar úr heimskenda London Symphony Orchestra (LSO) í Føroyum, og teir fara at hava konsert í Salt í Suðuroy og í Finsen í Havn.
Annar er klarinettleikarin Chris Richards, sum er soloklarinettleikari í LSO og professari í Royal Academy of Music.
Hin er fagottleikarin Joost Bosdijk, sum somuleiðis dagliga spælir í LSO og er professari á Royal College of Music.
At spæla saman við sær hava teir biðið klaverleikaran Jóhannes Andreasen.
Skráin hjá teimum byrjar og endar við tónleiki eftir russiska tónaskaldið Mikhail Glinka (1804-1857). Glinka skrivaði millum annað tónleik, ið bygdi á russisk fólkaløg, og gjørdist sostatt stóra fyrimyndin hjá flestu russisku tónaskaldum í romantikkini.
Eisini fara teir at spæla víðagitnu sonatuna í Ess-dur fyri klaver og klarinett eftir Johannes Brahms (1833-1897) og verkið Askur og Embla eftir føroyska tónaskaldið Kára Bæk.
Hetta er ein trio fyri klarinett, fagott og klaver, og verkið varð instillað til Tónlistarvirðisløn Norðurlanaráðsins fyri nøkrum árum síðanni.
Atgongumerki fásat við dyrnar.