Loading Events
Sjónleikur, Tiltøk | SALT

Klintrimús & hini dýrini í Valbakkaskóginum

Nær

29. november 2018 kl. 18:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 150

Klintrimús & hini dýrini í Valbakkaskóginum

Vallbakkaskógurin er litríkur, eins og hópurin í Suðuroyar Sjónleikafelag.

Sjónleikur í Suðuroynni stendur í fagrasta blóma og við teimum fantastisku kørmunum í SALT, vilja okur gera Suðuroynna til eina leiklistarliga perlu.

Tað týdningamesta er, at okur øll hava tað stuttligt, og at tykur, sum eru komin at hyggja eftir leikinum, fáa eina góða uppliving.

Okur ynskja tykum øllum ein góðan leik, og enda við orðunum hjá Mortani Skógmús: ”Um øll vóru vinir, so kundu tey stóru hjálpt teimum smáu og tey smáu hjálpt teimum stóru, tí tað er so mangt, ið tey smáu duga, sum tey stóru ikki eru før fyri.

Vinarlig heilsan nevndin í Suðuroyar Sjónleikarafelag:

Mariann Johansen, Diana Heinesen og Jonhild Andreasen.

 

Leikarir eru:

Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo – Klintrimús

Rói Einarsson – Mikkjal Revur

Arne Johansen – Skógmús Mortan

Jonhild Andreasen – Skógmús Omman

Otto Gram – Bamsapól

Dania Johansen – Bjarnamamman

Eva Berg – Murrimann

Harriet Niclasen – Haru Per Bakari

Sólfríð Bech – Bakaradrongurin

Mariann Johansen – Kráku Per/Uglan/Hjalsmúsin

Íkornabørnini: Per – Birita Danjalsdóttir, Lisa – Bjarta Nielsen, Tom – Ingi Eyðtórsson

Sunrid Olsen & Diana Heinesen – Fólkini

Max Rasmussen – Elsdýrið

Birita Johansen – Pætur Pinnagrísur

 

Leysasøla av atgongumerkjum er á hesum støðum:

Tangabúðin á Tvøroyri

Torgið í Vági

Hvar