Loading Events
Konsert, Summartónar | SALT

KATA

Nær

15. mai 2022 kl. 15:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

Ókeypis

KATA

KATA ER EIN VOKALBÓLKUR, SUM SÍÐAN 2013 EINAMEST HEVUR FRAMFØRT SANGBASERAÐAR NÝTULKINGAR AV GOMLUM FØROYSKUM SANGUM, SO SUM KVÆÐUM, SKJALDRUM OG VÍSUM. UNN PATURSON HEVUR ARRANGERAÐ LØGINI FYRI RØDDIR.

TVÆR ÚTGÁVUR HAVA TÆR GIVIÐ ÚT: TÍVILS DØTUR (TUTL, 2016) OG 1902 (TUTL, 2020)

Í 2020 FINGU KATA EINA FMA FYRI ÚTGÁVUNA 1902. ÚTGÁVAN INNIHELDUR NÝGGJAR TULKINGAR OG ENDURGEVINGAR AV FØROYSKUM SIÐBUNDNUM SANGUM, SUM TÓNLEIKAFRØÐINGURIN HJALMAR THUREN TÓK UPP Á SÍNI FERÐ Í FØROYUM Í 1902. HAR FEKK HANN SANGARAR RUNT UM Í LANDINUM AT SYNGJA INN Á FONOGRAF. Á ÚTGÁVUNI ER EISINI SLAGVERK, ORGUL OG ELEKTRONISK LJÓÐFØRI VIÐ Á SUMMUM AV SANGUNUM.

SANGARAR Í BÓLKINUM ERU GUÐRIÐ HANSDÓTTIR, ARNFRÍÐ LÜTZEN, EYÐ STEINBJØRNSDÓTTIR, UNN PATURSON OG ANNA KATRIN ØSSURSDÓTTIR EGILSTRØÐ

TÓNLEIKARAR: LASSE JÆGER, JAN RÚNI POULSEN OG KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN

Hvar