Kamarkorið var við á fyrstu Summartónum í 1992, og nú á 30inda festivali.
Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 og er mannað við 31 sangarum í 25-55 ára aldri. Kórið hevur seinastu árini lagt seg eftir at fara á kórferð uttanlands annaðhvørt ár.
Kórið hevur vitjað kórstevnur og mentanartiltøk í m.a. Uppsala, Slesvig, Gotland, París og New York.
Kórið er sera virkið og hevur vanliga minst tvær stórar konsertir árliga, umframt eina røð av smærri konsertum kring landið.
Sangskráin hjá kórinum spennir vítt, frá krevjandi kórverkum av t.d. Bach til nýskrivaðan føroyskan kórtónleik.
Kórleiðari er Bernharður Wilkinson, ið millum annað eisini stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Bernharður hevur verið kórsangari í Westminster Abbey og er útbúgvin floytinistur og dirigentur.
Tónleikurin er blandaður, men á ferðini til Reykjavík og New York í september 2013 varð dentur lagdur á nýggjari og eldri føroyskan tónleik.