Loading Events
Café Salt, Kunning, matur |

Kafé SALT letur upp!

Nær

15. oktober 2023 kl. 11:00

Longd

Áleið 6 tímar

Kafé SALT letur upp!

Kafé SALT í vetur.

 

Anita Hermansen og Anna Mortensen fara at hava Kafé SALT opna í vetur.

Vit fara at hava opið tveir dagar um vikuna, tórsdag og sunnudag!

 

Tórsdag er opið kl 11.00 – 18.30

Vit borðreiða við dagsins máltíð, tvíflís, køkum og drykkivørum.

Tórsdagur er eisini biografdagur, so tað er eitt upplagt høvið at koma í SALT at njóta eina máltíð, tapas og vín ella ein góðan te/kaffimunn áðrenn filmin kl. 19.00.

 

 

Sunnudag er opið kl 11.00 – 17.00

Vit fara at hava sunnudags brunch við øllum góðum!

Neyðugt er at bíleggja borð til brunch. Borð kann bíleggjast til kl11.00 ella kl 13.00 – tvs., at tit kunnu hava borðið í 1 tíma og 45  min.
Bílegg borð á tlf 251454 við at senda eitt sms og skriva nær tit ynskja at koma og hvussu nógv fólk tit vera.

Vit hava sjálvandi eisini kaffi/the og okkurt gott afturvið til tey, sum heldur ynskja tað ein sunnudag.

 

Neyvari matskrá við prísum kemur seinni!

 

Vit lata upp sunnudagin 15. oktober, og vit gleða okkum, so vónandi síggjast vit á Kafé SALT.

Hvar