Loading Events
Café Salt, LIVE | SALT

Kafé SALT

Nær

17. mai 2023 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kafé SALT

‘Café Salt’ mikukvøldið klokkan 19.00:

Guðrun Sólja, Zakaris Heinesen, Sonne Smith, Hansina Iversen, Kinna Poulsen, A. & G. Johansen, Janus
Kampmann, Jón Hammer, og Bjarni Richardt-Mortensen. Hatta eru fólkini, sum í kvøld støkka inn á
gólvið í Café Salt til prát og undirhald. Haraftrat syngja kórsangarar fyri okkum.

Kringvarp Føroya og Mentanarhúsið SALT skipa í felag fyri hesari sending og kvøldsetu á Drelnes, her
fólk eru vælkomin innar at sessast og lýða á, samstundis sum sent verður í útvarpinum.
Fleiri áhugaverd og mentanarlig evni eru á skránni.

Í tveimum umførum verður listakvinnan, Ruth Smith, sála, umrødd. Zakaris Heinesen, listamaður, og Sonne Smith, tíðindamaður, fara at siga frá kvinnuni, Ruth  Smith, umframt øðrum, meðan listakvinnan, Hansina Iversen, og listfrøðingurin, Kinna Poulsen, fara at gera ein neyvari greining av listini hjá Ruth Smith.

Í samband við biograffilm, sum tey eru byrjað at taka upp í Hvalba, koma umboð fyri fyriskipararnar á
gátt at siga frá filminum, sum Sakaris Stóra leikstjórnar. Verður eitt andarhol í dagsins filmupptøkum,
kemur Sakaris eisini í SALT at siga frá ‘The Last Paradise on Earth’.

Guðrun Sólja Jacobsen greiðir frá sínum virksemi seinastu tjúgu árini. Tað er eisini hon, sum syngur teir
flestu av kvøldsins sangum til undirspæl frá Janusi Kampmann. Haraftrat stjórnar hon kóri við næmingum úr Porkeris skúla.

Arni Johansen og Gundur Johansen spæla ein sketsj, og Gundurs Studiorkestur í Trongisvági hevur latið
okkum eina upptøku av sangi við viðkomandi evni 🙂

Nú er skráin avdúkað, men møguliga kemur okkurt aftrat í síðstu løtu, tað hendir næstan hvørja ferð vit
hava Café Salt sending.

Ver vælkomin at lurta í útvarpinum, ella sum áhoyrari í SALT.

Hvar