Framsýningin Jarðfrøðiliga tíðarlinjan gevur ein samandrátt av søguni hjá jørðini í 4.600 milliónir ár.
Leygardagin 15. mai kl. 14:30 fer Lis Mortensen, landafrøðingur frá Jarðfeingi, at greiða frá framsýningini.
Okkurt av tí sum framsýningin greiðir frá, kenna nógvir skúlanæmingar aftur. So sum nær dinosaurar doyðu út ella nær Føroyar blivu til.
Tað kann tí verða spennandi fyri skúlanæmingar at síggja søgubrotini hjá Jørðini í eini heild, sum fevnir um 4,6 milliardir ár.
Vit hoyra til dømis um Kambrisku spreingingina fyri umleið 542 milliónum árum síðani, tá lívið á jørðini broyttist, ella um risameginlandið Pangea, sum er eldri enn Atlantshavið.
Framsýningin vendir sær til øll við áhuga fyri jarðfrøði. Framsýningin hóskar seg til fólkaskúlan og miðnámsskúla.
Skúlanæmingar kunnu til dømis arbeiða við spurningum:
– Kanna rundu tíðarlinjuna, sum vísir øll 15 tíðarmótini í 4.600 milliónir ár
– Fylg langu tíðarlinjuni, sum røkkur yvir 4.500 milliónir ár. Nær verða Føroyar til á hesi linju?
– Finn og lýs eina spennandi hending í ovara partinum av framsýningini, sum lýsir jarðarsøguna.
– Hvat hendi fyri 542 milliónum árum síðani?
– Hvat hendi fyri 65 milliónum árum síðani?
– Framsýningin gevur yvirlit yvir Føroya jarðfrøði. Finn staðið á kortinum, har føroyska økið lá fyri eini 60 milliónum árum síðani.
Framsýningin hóskar best til næmingar frá 4. flokki og eldri og kann til dømis nýtast í undirvísing í Náttúru og tøkni ella í landafrøði.
Framsýningin fer at standa frammi í 4 vikur, og tað ber til hjá lærarum at vitja við skúlaflokkum, tá SALT er opið, ella gera seravtalu við SALT.