Loading Events
Tónleikur | SALT

Hjertelyd – Baby opera – Onnur sýning

Nær

11. juni 2022 kl. 11:15

Longd

Áleið 45 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 50

Hjertelyd – Baby opera – Onnur sýning

HjerteLyd er ein opera fyri smábørn í aldrinum 0-2.5 ár og foreldur teirra

HjerteLyd lokkar teg inn í eitt landslag fylt við litum og klangum, har ljóðini og rørslurnar hjá børnunum verða partur av framførsluni.

Tú kemur at sita í einum rundingi rundan um lítla pallin, har børnini lættliga kunnu grulva inn og samvirka við tónleikararnar og leiktilhoyrið.

Ongir málsligar eginleikar eru kravdir frá hvørki børnunum ella vaksnum fyri at uppliva framførsluna, tí at hon verður framførd við at spæla við ljóð og orð á ymsum málum. Børn, ið enn ikki eru byrjað at seta orð á, hava tí møguleika fyri at uppliva við øllum kroppinum og øllum sansum.

HjerteLyd er ein einastandandi møguleiki at geva teimum minstu eina tónleikaliga og sansaliga uppliving. Ein listarlig ferð inn í tónleiksins land fyri tey heilt smáu oyruni.

Framførslan leggur dent á at gera tað lætt, eiggiligt og einfalt at luttaka fyri áskoðararnar – bæði fyri børn og vaksin. HjerteLyd skapar undursama rúmið, har menniskju í øllum støddum kunnu møta list og mentan – kropsliga, samvirkið og sansaligt.

Ongin krøv eru fyri at luttaka. Bæði børn og vaksin, ið hava verið til framførslur fyrr, men serliga eisini børn og vaksin, ið ikki eru von við mentanarligar framførslur, eru hjartaliga vælkomin.

*50,- u/avgjald

Hvar