Loading Events
Konsert, Mentan, Tiltak, Tónleikur | SALT

Herborg & Ólavur í SALT

Nær

14. oktober 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 200

Herborg & Ólavur í SALT

Lagt verður upp til eina av hugnaligastu konsertum tú kann fyristilla tær, har Herborg og Ólavur fara at syngja øll síni kendu løg.

Herborg er kend fyri at skriva sínar bersøgnu, vællýstu og beinraknu sangir. Hon hevur givið fleiri løg út, sum lýsa tað góða og tað ringa, ið lívið hevur at bjóða. Og hetta hava fólk ordiliga tikið til sín.

Ólavur hevur útgávu á baki, sum varð innspælt í USA fyri nøkrum árum síðani, umframt stakløgini, hann hevur givið út seinastu árini.

Og fyrr í ár góvu tey eitt lag út saman “Syngja í dur”.

So set kross í kalendaran 14. oktober og keyp atgongumerki, og so síggjast til eitt brak av eini konsert í SALT. 20:00

Bólkurin:
Herborg Torkilsdóttir – Sang
Ólavur á Váli Olsen – Sang og gittar
Rakul Petersen – Bass og sang
Høgni Fagraberg – Gittar og sang
Magni Husgaard – Tangentar
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur

————————
Kostnaður: 200 kr.
Klokkan: 20:00

Dyrnar lata upp klokkan 19:00

Hvar