Loading Events
Konsert | SALT

Heiðrik “Funeral”

Nær

20. juni 2018 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 150

Heiðrik “Funeral”

Multi-talentið Heiðrik fer við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum í sambandi við nýggju útgávu sína “Funeral”.
Ikki minni enn 2 FMA virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum bæði her heima og uttanlanda.

Útgávan snýr seg um fortíð hansara sum ungur LGBT-ari í Føroyum. Vakra og livandi røddin hjá Heiðriki dregur okkum við á eina sorgblíða, konfronterandi og eisini eitt sindur stuttliga ferð við íblástri úr jazzi og fólkatónleiki frá 20’unum og 50’unum. Við á útgávuni er vokalbólkurin KATA. Janus Ramussen úr BYRTA hevur framleitt.

Við sær á palli hevur hann Heðin Ziska Davidsen (guitar) Halldór Sveinsson (klaver) Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass)

Hvar