Lunnar fara at bresta og jørðin skelva tá Hamradun fara at hava útgávukonsert í SALT tann 30 .nov
Fólkarokkbólkurin Hamradun gav sína fyrstu útgávu í 2015 og hevur bólkurin støðugt verðið at hoyrt á festivalinum í Føroyum og á konsertum uttanlands. Bólkurin er samansettur av tónleikarum við drúgvum royndum og hevur bólkurin funnið sítt serstaka ljóð. Teksturin í løgunum snýgva seg í høvuðsheitum um sagnir, søgur og persónar í føroyskari søgu og framførir Hamradun eisini ymiskar vísur og kvæðir sum fáa nýtt lív við nútímans ljóðførum.
Teir ið manna Hamradun eru Pól Arni Holm – sang, Uni Debess – gittar, John Áki Egholm – gittar, Heri Reynheim – bass, Finnur Hansen – ljómborð og Rani Christiansen – trummur.
Afturat sær hetta útgávukvøld í SALT fer Hanus G Johansen at pallin at framføru síni kendu løg og tulkingar av yrkingum hjá millumannað Poul F. Joensen, so hetta kvøld verður ein samanrenning av rockkendum fólkatónleiki og vísusangi.
Konsertin er útseld.
Vit selja ikki atgongumerki við dyrnar.