EITT ÁR Í FØROYUM!
“Gløgt er gestsins eyga”. So ljóðar gamalt orðatak.
Í eitt ár hevur ungi fransmaðurin, Lucas Frayssinet, verið í Føroyum, og eygleit og tikið upp. Úrslitið hevur hann nú sett saman til heimildarfilmin “Eitt ár í Føroyum”, sum verður sýndur í SALT, leygarkvøldið 17. juni kl. 19:00.
Kom og síggj og upplivað, hvussu ein útlendingur sær og upplivir Føroyar og føroyingar. Í filminum eru fleiri upptøkur úr Suðuroynni, m.a. greiðir Silja Rólantsdóttir Sørensen frá føroyska kappróðrinum, og eisini er leikstjórin við til “Closed for maintenance”-átakið.
Filmurin er á fronskum, men hann hevur føroyskan undirtekst.
Ókeypis atgongd!