Í ár eru tað 45 ár síðan Tvøroyrar hornorkestur varð sett á stovn. Umframt hetta kunnu vit eisini heiðra, at okkara dirigentur, Tróndur Enni, hevur stjórnað orkestrinum í heili 20 ár!
Tí ynskja vit at hava eina rimmar Fagnaðarkonsert, sunnudagin 23. apríl kl. 15.00, í stásiliga mentanarhúsinum SALT.
Konsertskráin verður sera fjølbroytt, við øllum frá góðum konsertmarsjum, føroyskum løgum og onkrum popplagi.
Verið hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum!
Kostnaður:
Vaksin: 100 kr.
Børn: Ókeypis!