Í sambandi við COVID-19, hava vit tíðanverri valt at avlýsa konsertina hjá Eivør sum skuldi vera í SALT leygarkvøldið 2. mai. Møguleiki verður tó fyri at uppliva hana í SALT í 2021.
Eivør hevur fyri langari tíð síðan sungið seg inn í hjørtuni hjá okkum øllum somlum.
Fyri 10 árum síðan rúnarbant Eivør eina risastóra fjøld, sum var savnað saman í eini gamlari, ellifarnari saltsilo á Drelnesi.
Tað var av allarringasta veðri, og regnið skolaði niður yvir áhoyrarafjøldina og tónleikararnar. Gott nokk var tekja á saltsiloini, men hon var gjøgnumgatað av holum og brotum.
Henda stuðulskonsertin gjødist legendarisk, og eingin av teimum áleið 2.500 áhoyrarunum gloymir hana aftur.
Nú verður aftur høvi at uppliva Eivør í SALT. Aftaná eina venjingarlegu og konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fer Eivør á eina altjóða konsertferð, sum endar við einum einum væl samanspældum braki av eini konsert í SALT tann 2. mai kl 20:00, har Eivør fer á pall saman við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.