Loading Events
Konsert, Tónleikur | SALT

Ein deutsches Requiem – Brahms konsert

Nær

29. mars 2024 kl. 15:30

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 100

Ein deutsches Requiem – Brahms konsert

Ein deutsches Requiem er eitt av høvuðsverkunum hjá Jóhannes Brahms (1833-1897). Verkið er í sjey satsum og tekur beint omanfyri ein tíma at framføra.
Í heitinum liggur, at teksturin er ikki vanligi latínski teksturin, sum vit kenna frá t.d. Requiem hjá Mozart.
Siðbundni requiem-teksturin byrjar við eini bøn fyri teimum deyðu, men Brahms byrjar verkið við eini bøn fyri teimum livandi “Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.”
Verkið er samansett av rørandi og máttmiklum kórsatsum við solopartum fyri sopran og baryton.

Havnarkórið og orkestur framføra Ein deutsches Requiem eftir Johannes Brahms.
Solisatar verða sopranin Hanne Marit Mordal Iversen og barytonurin Sakarias Tranvåg
Dirigentur er Leif Hansen
Konsertmeistari er Atli Ellendersen
Mynd: Edward Fuglø

Hvar