Danski sangbólkurin Dopplers er myndaður av sjey sangarum, harav ein teirra er føroyska Tóra Vestergaard.
Dopplers bjóðar tí siðbundnu uppfatanini av eini konsert-situatión av, og ger hetta við fokus á framførðslur við hugkveikjandi koreografi, nýskapan og samskifti við áhoyraran.
Repertoire´ið er fjølbroytt og fevnir um fólkatónleik, pop, upprunatónleik og klassiskan tónleik, har arbeitt verður við at samantvinna hesar tónleikagreinar á teirra konsertum.
Á heystið 2021 útgav Dopplers fløguna NORD við originalum tilfari komponerað av limunum og egnum útsetingum av norðurlendskum tónleiki. Tekstirnir á útgávuni eru á teimum norðurlendsku málunum: føroyskum, donskum, svenskum og norskum.
Konsertin verður ein live-framførðsla av fløguni NORD, har føroyingar kunnu kenna seg aftur bæði í mýtum og kendum føroyskum fólkatónleiki.
Føroyski fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum skapti og sniðgav fløguhúsan við eini mynd av Nykinum. Millum annað verður møguleiki fyri at ogna sær hesa plakat av Nykinum eftir konsertina.
Les meira á www.dopplers.dk
Børn 0-12: ókeypis atgongd.
Lesandi 95,-