Loading Events
Stroyming |

Det er alltid en tråd en plass

Nær

26. mai 2020 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími

Det er alltid en tråd en plass

Det er alltid en tråd en plass
Eitt opið møti við demens. Beinleiðis stroymdur sjónleikur á stórskíggja.

Í Det er alltid en tråd en plass fáa vit eitt heilt serligt innlit í lívið hjá persónum við demens. Í hesi dokumentarisku sýning fylgir palllistabólkurin Kompani Krapp fimm persónum við demens yvir tvey ár á Bergen Røde Kors sykehjem. Høvuðspersónarnir deila sínar tankar og poetisku tekstir frá ellisheiminum, og hesi møtini og hesar upplivingarnar, verða miðlaðar ígjønum film og ljóð í sýningini.

Kompani Krapp og Verdighetsenteret, sum standa aftanfyri sýningina, vilja breiða vitanina um og fatanina av demens meira út. Tey vilja siga eina eitt sindur øðrvísi søgu um sjúkuna. Demens verður ofta lýst ígjøgnum tap, isolasjón, einsemi og stóru fíggjarligu avleiðingarnar ein demenssjúklingur hevur á samfelagið. Hendan sýningin vendir heldur sjóneykuni ímóti tí fríska, sum er eftir í sjúklingum, sum liva við demens. Vónin er, at meira vitan gevur betri fatan.

“Det handler om å bli sett, lyttet til og hørt. Men det handler også om å se og møte andre med nysgjerrighet – de du møter for første gang eller de du har kjent et helt liv”, sigur Kristine Nordby Simonsen, ein av stigtakarunum til Kompani Krapp.

Hvar