Loading Events
Konsert, ÚTSELT | SALT

Deiggj – 40 ár

Nær

4. september 2021 kl. 22:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 200

Deiggj – 40 ár

Á heysti í 1981 varð ein nýggjur tónleikabólkur, nevndur Deiggj settur á stovn á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu nýggja bólkin.

Nú 40 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn.

Fýra av upprunalimunum eru teir somu sum tá og hinir báðir upprunalimirnir hava enn eitt gott samband við upprunabólkin. Teir nýggju í hava spæla spælt í ávikavist 21 og 12 ár.

Deiggj hevur øll hesi 40 árini verið ein sera virkin bólkur og hava eisini havt samstarv við nógvar ymiskar tónleikarar gjøgnum árini, bæði føroyskar og útlendskar.
Eitt nú hava John Lawton, fyrrverandi sangara í Uriah Heep og Paul Newton, fyrrverandi bassleikari í Uriah Heep hava verið gestatónleikarar hjá Deiggj.

Nýggj LP á veg
Í sambandi við føðingardagin hjá arbeiða teir í løtuni við nýggjum upptøkum av nýggjum føroyskum tilfari. Talan er um eitt samlað verk við umleið 9 løgum, sum m.a. verða tikin upp í Studio Block í Tórshavn. Samstundis verða gjørdar videoupptøkur frá studioupptøkunum.
Hesar skulu m.a. brúkast til at gera videoløg og møguliga ein dokumentarfilm av bólkinum.

Umframt føstu limirnir í Deiggj verða eisini gestasangarar við á fløguni. M.a. fer Guðrun Sólja at syngja ein nýggjan umhvørvissang. Hesin kallast “Hví grætur tú”.

Seinast Deiggj góvu út eina LP var í 1985. Talan er um LP´ina “Stormávaring”, sum enn javnan er at hoyra í útvarpinum. Umframt hetta, hevur bólkurin havt einstøk løg við eitt nú á Amnesty Tónum, Vælskabt brek, TB 100 ár, Útvarpsfløguni Sov blítt og FUT Live úr Fuglafirði.

Føstu Limirnir ídag eru:

Pætur Mohr Dam(tangentar)
Sverri Heinesen (bassgittar)
Páll Holm Lave(gittar og kór)
Rani H. Christianse (trummur)
Dennis Lave (sang)
Fróði T. Vestergaard (sang, keyboard og gittar)

Spæla bæði í Føroyum og uttanlands
Deiggj hava spælt nógv uttanlands og eisini kring oyggjarnar. Fyrstu nógvu árini mest í Suðuroynni og serliga á Tvøroyri. Í 2007 fingu deiggjarnar gott samband við John Lawton og hevur ført við sær at bólkurin hevur spælt í Finnlandi, Spanien, Danmark, Íslandi, Belgien og eisini í Norður Týsklandi.

Nú skal tað verða
Ein av stóru dreymunum hjá Deiggj hevur altíð verið at sleppa at gera ein ordiliga konsert í stásiligu SALT hølunum. Hesini dreymurin verður nú endaliga til veruleika, leygarkvøldið 4. september kl. 22 verður konsert við Deiggj í SALT á Tvøroyri.
Sama dag spæla Føroyar landsdyst ímóti Danmark og tí byrjar tiltakið aftaná at landsdysturin er liðugur. Kanska verður okkurt annað eisini á skránni.

Atgongumerki í forsølu kostar einans 200 kr.

Hvar