Loading Events
Summartónar |

Dávur Birgisson

Nær

19. juli 2020 kl. 15:00

Longd

Áleið 1 tími

Kostnaður

DKK 50

Dávur Birgisson

Í sambandi við árligu summartónarnar verður SALT aftur karmur um hópin av konsertum í summarmánaðunum

Sunnudagin 19. juli kl. 15.00, er tað Dávur Birgisson (guitar), ið stendur fyri tónleikinum.

Dávur er føddur í 1995, og er uppvaksin í Hoyvík.

Tá Dávur var 9 ára gamal, byrjaði hann at spæla gittara hjá Ragnari Olsen á Tórshavnar Musikkskúla. Hann byrjaði á Musikkskúla Miðnámi í 2010, tá hann var 15 ár, og fekk handað prógv í 2013.

Sum 17 ára gamal unglingi, stóð hann við besta úrsliti á upptøkuroyndini til ”Det Kongelige Danske Musikkonservatorium”, og flutti til Danmarkar sama árið, fyri at lesa bachelor í tónleiki hjá lektor Jesper Sivebæk.

Síðan tá, hevur Dávur luttikið á fleiri námskeiðum, kappingum og masterklassum; spælt fyri leiðandi stjørnugittarleikarum sum t.d. Marcin Dylla, Aniello Desiderio og Timo Korhonen, og heysthálvuna 2017 var hann lesandi á ”Central Conservatory of Music” í Beijing, har hann tók tímar við lektor Xu Tuo og hevði høvið at spæla fyri danska Fríðrikki Krúnprinsi.

Í 2016 vann Dávur 1. virðisløn í ”Køge Kammermusikkonkurrence” saman við gittartrio síni ”Trio Imprevisto”, og í 2017 vann hann 1. virðisløn í Stella Polaris – Kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar.

Á sumri 2019 fekk Dávur handað kandidatprógv og stóð eisini upptøkuroyndina til Solistklassan í Keypmannahavn, har hann er lesandi í løtuni.

Hvar