Bólkurin Yggdrasil bleiv stovnaður av tónasmiðinum og klaverspælaranum Kristian Blak í 1981, sum eisini hevur skrivað meginpartin av tónleikinum. Bólkurin hevur frá byrjan verið samansettur av tónleikarum úr Føroyum, og úr øðrum londum, og hesa ferð við kilenska sopraninum og kórleiðaranum, Cinthia Gonzalez Parada. Hon hevur búð í Føroyum síðani 2017, og er virkin í føroyska tónleikaumhvørvinum. Hon er limur í ungdómskórinum í Gøtu Kirkju, har hon eisini er raddarvenjari. Eisini hevur hon sungið solo við øðrum kórum í Føroyum og á klassiskum konsertum.
Bólkurin framførir suðuramerikanskar sangir, umframt fimm tónlistaverk hjá Kristian Blak, skrivað til tekstir hjá William Shakespeare. Trý av teimum hava frumframførslu á Summartónum.
Yggdrasil: Cinthia Gonzalez Parada (sang), Kamilla Ravnsfjall (floyta), Heðin Ziska Davidsen (guitar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass)