Bókadagur í Salt
Steintór Rasmussen leggur framm nýggju sangbókina hjá sær: Við gittara og sangi. Í bókini finna vit 100 av hansara sangum frá 70’unum fram til dagin í dag. Bókin er prýdd við myndum eftir Anker Eli Petersen, nótum og akkordum sum Magni Husgaard hevur tikið sær av, umframt frásagnir um hvønn sangin sær.
Steintór er ein virkin maður og vit kenna hann m.a. frá Frændum, Kulum rótum, krimi skaldsøgum og Summarfestivalinum.
Steintór fer at framføra nakrar sangir úr bókini, eisini onkran barnasang. Hann verður ikki frændaleysur, men fær hjálp frá Eyðun Nolsøe, sum eisini framførir sangir úr bókini.