Bókaframløga: “Eitt blað úr lívsins bók”.
Í samband við at fyrsta yrkingasavnið hjá Jóhan Eli Poulsen “Eitt blað úr lívsins bók” kemur út um mánaðarskiftið, hevur hann bókaframløgu í Salt.
Skráin fyri kvøldið:
– Jóhan Eli Poulsen bjóðar vælkomin
– Svein í Prestgarði syngur ein sang úr savninum
– Daniel Viðoy ummælir savnið
– Svein í Prestgarði syngur ein sang úr savninum
– Jóhan Eli Poulsen lesur nakrar yrkingar
– Svein í Prestgarði syngur ein sang úr savninum
Tiltakið verður umleið 40 min til 1 tíma.
Eftir bókaframløguna verður møguleiki fyri at keypa yrkingasavnið.
Allur peningurin frá savninum fer til vælgerandi endamál.