Hitt tær báar dukkurnar, gentuna Beat og dreingin BrøL. Saman við villmanninum Mortan, fara tey ein túr í Dinosaurland at vitja allar teir kendu og farligu dinosaurarnar. Tað verður, eitt nú tosað um Tyranosaurus Rex, Stegosaurus, Triceraptos, Pterodactyl, Spinosaurus, Velociraptor og heimsins størsta dinosaur, Titanosaurus. Hvørt djór fær eina søgu og ein sang við á vegnum, og lurtar tú væl, kann tað meira enn so henda seg, at tú lærir okkurt um stóru djórini.
Málbólkurin til tiltakið er paleontologar og øll, sum elska dinosaurar og stuttligan tónleik (børn í aldrinum 3-8 ár)