Loading Events
Tiltak | Barnafestivalurin á ferð (Mýrifípan á Tvøroyri)

Barnafestivalurin á ferð (Mýrifípan á Tvøroyri)

Nær

13. mai 2020 kl. 13:00

Longd

Áleið 4 tímar

Hvar

Barnafestivalurin á ferð (Mýrifípan á Tvøroyri)

Barnafestivalurin á ferð (Mýrifípan á Tvøroyri)

Nú kunnu børnini uppliva ein lítlan og heldur øðrvísi barnafestival í sínum nærumhvørvi. SALT og Norðurlandahúsið skipa nevniliga fyri rullandi palli, har barnagarðar kring landið fáa bjóðað ókeypis framførslur uttanfyri stovnin.

Í døgunum 13. –14. mai fer ein rullandi pallur runt í Suðuroynni, og av honum sleppa børnini at uppliva uttandurða framførslur, alt ímeðan vit og tit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum. Mikudagin kl. 13:15, 14:00 og 14:45 verður pallurin í Mýrifípuni á Tvøroyri og Hósdagin 14, mai kl 09:00, 09:45 og 10:30 kann hann upplivast í Eikilund í Vági.

Pallurin parkerar uttanfyri stovnin hjá tykkum, og síðani verða framførslur á 20 minuttir við einum steðgi ímillum hvørja, so nøkur børn kunnu fara inn, og onnur koma út.

Framførslurnar eru ætlaðar barnagarðsbørnum.

Hvar