Guðrið Hansdóttir hevur tey seinastu árini givið 5. studioútgávur út, verið á tónleikaferðum og spælt á festivalum víða um. Eisini er hon hin helvtin av elektro duoini BYRTA og limur í vokalbólkinum KATA.
Guðrið er í løtuni í upptøkuhølunum og ger upptøkur til hennara 6. soloútgávu og er útgávan eitt samstarv við Lív Mariu Ròadóttir Jæger, sum hevur skrivað orðini.
Tónleikastílurin er popp/folktronica har røddin og akkustiski guitarin eru í fokus. Nýggja útgávan kemur vantandi út seinni í ár.