Johnny Cash Tribute Konsert
Johnny Cash tørvar onga størri lýsing. Nú eru 15 ár liðin síðan, at Johnny Cash fór frá okkum og fá mugu vera, ið ikki kenna Cash. Hann eigur eina ørgrynnu av hittum, og hevur verið spældur kring allan heimin í mong áratíggjur. Hesaferð, verður hann tulkaður av tungmálmsbólkinum Asyllex. Asyllex góvu fløgu út í fjør, og hava millum annað vunnið áhoyraravirðislønina á FMA 2018. Til dagliga spælir Asyllex tungmálmstónleik, men hava teir nógvar royndir innanfyri akustiskan tónleik.
Á hesi konsert fara Asyllex at spæla løgini hjá Johnny Cash, sum Johnny Cash sjálvur vildi havt framført tey.
Hendan blandingin av evnaríkum “metal” tónleikarum og sangum hjá Johnny Cash, er nakað, ið uttan iva verður serkunnugt og eina vitjan vert.
Komið og hoyrið sangir sum: Folsom Prison Blues, Walk the Line, Ring of Fire o.s.fr. til ársins feitasta tribute konsert.
Teir ið manna bólkin eru: Hans Hammer (guitar og sang), Rói Einarson ”Stand-in” (guitar), Andreas Jacobsen (guitar), Finnur Nielsen (bass) og Bogi Petersen (trummur).
Dyrnar lata upp kl 19:00