Loading Events
Stroyming |

Anna Jarosz & Agatha Lewandowski

Nær

29. mai 2020 kl. 21:30

Longd

Áleið 1 tími

Anna Jarosz & Agatha Lewandowski

Anna Jarosz & Agatha Lewandowski
Although we all know what it means Plattform Gátt
Digital videoinstallatión

​Although we all know what it means byrjaði sum eitt svar uppá nýggju heimsstøðuna, vit uppliva júst nú. Verkætlanin tekur støði í eini framsýning hjá Anna Jarosz, sum ongantíð bleiv sýnd fram fysiskt í einum savnið, sum ætlanin upprunaliga var. Í staðin varð installatiónin flutt á alnótina, og varð harvið tøk hjá øllum at uppliva eitt tíðarskeið.

Verkið ímyndar vitjan hjá einum fólki, sum er merkt av trauma. Installatiónin granskar tankan um felags trauma og roynir at fanga kensluna í einum ávísum bili.

Ljóðmyndini stendur Agatha Lewandowski fyri, og hon leggur dent á digitala larmin á sosialum miðlum, sum stendst av at øll gera tað saman í senn.

Saman seta tær spurningin: eru vit øll til júst nú í einum fantomrúmi, einum antropomofiskum heimi, ella onkrum heilt øðrum?

Hvar