Loading Events
List | SALT

Amariel Norðoy

Nær

3. februar 2020 kl. 15:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Amariel Norðoy

NB! Vegna arbeiði í Salt er listaframsýningin stongd 1. mars

 

Um Amariel:

Amariel Norðoy var føddur 9. oktober 1945 í Klaksvík.

Annar heimsbardagi var komin at enda hetta árið. Tey, sum vuksu upp eftir hesa vanlukkuligu tíð, vóru merkt av krígsárunum.
Hóast kreppu, kalt kríggj og trongar dagar í fimmtiárunum, var vónin um ein heim í friði so mikið sterk, at fólk aftur vóru farin at trúgva upp á eina framtíð.

Eisini vildu nógvir føroyingar sleppa at ráða fyri borgum sjálvir.
Amariel vaks upp í Klaksvík. Tey vóru 12 fólk í húsi. Foreldur, 6 dreingir og 4 gentur. Pápin róði út. Hann hevði nógvar munnar at metta. Johan David, sum hann kallaðist, var ættaður úr Klaksvík. Hann var sjálvur fimti um motorbátin  “Norðan”, KG 334, sum teir fiskaðu væl við.

Hetta, og so tað at Klaksvík, tá sum nú, var drívmegin innan fiskivinnuna í Føroyum, hevði stóra ávirkan á viðkvæma drongin.
Sum hjá flestu dreingjum tá í tíðini var tað eisini sjógvurin ið lá fremstur í huganum hjá Amarieli.

Fjúrtan ára gamal fór hann um summarið 1960 til Grønlands við skonnartini Tinganes sum kokkadrongur, og var hann við hesum skipi til út á heystið. Árið eftir fór hann aftur til Grønlands við Tinganesi, men nú til at rógva út.

Hetta var spennandi umhvørvi hjá ungum drongi at vera í. Heimbygdin og útróðurin í Grønlandi góvu Amariel eina kjølfestu, sum hevur hildið eini tryggari javnvág í lívssiglingini.
Afturkomin úr Grønlandi kom Amariel í læru sum skipstimburmaður á Bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík. Honum dámdi stak væl hetta arbeiði. Kreftirnar hevði hann sum ein bjørn, og hegnið er gott. Men tað bilgdist eisini nakað annað í unga klaksvíkinginum; hann hevði listagávur, og hetta trokaði seg fram í huganum. Eftir lokna læru var hann við til at byggja fleiri deksfør.

Men tað forvitna kunstneriska eygað vildi nakað annað. Hann leitaði sær til menn, ið vóru kønir innan økið. Eggjaður av m.ø. Janusi Kamban og Ingálvi av Reyni søkti Amariel inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann byrjaði har í 1977, og fekk hann so mætar menn sum eitt nú Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen, professarar, sum mentorar.

Á Kongaliga Kunstakademinum á Charlottenborg við Kongens Nytorv í København víðkaðist sjónarringurin so hvørt. Har bleiv teknað og málað, har varð lisið og diskuterað. Listafólk og søvn vórðu vitjað, eins og tey gjørdu ekskursiónir í onnur lond.
Í øllum hurlivasanum í árunum eftir ungdómsuppreisturin í Paris, sum fekk almikla ávirkan á brotið við stirðnaðu borgaravirðini í Vesturheiminum, marxistiskar kollveltingarfylkingar, Flower Power – rørsluna, Vietnamkríggið, kalda kríggið, reyðsokkarørslur, p – bollar og pornobylgjur, hash og LSD, sigldi tann ungi klaksvíkingurin millum boðar og sker.

Lívið bleiv livað fult út, men kjølfestan heimanífrá skeytst ongantíð. At barlastin lá trygg, sæst eisini í avrikunum hjá Amarieli. Sum árini eru gingin, sæst ein greið tematisering av upprunaumhvørvinum í Klaksvík. Serliga í málningunum, har “sluppungin” Norðan og sjógvurin, másarnir, fiskimenn og næstringar spæla við í skiftandi ljósi. Seinnu árini hava framsýningarnar hjá honum fleiri ferðir borið heitið “Útróðrarbørn – Sálmar lívsins”.

Amariel Norðoy hevur hildið fast við sín uppruna, hansara samleiki vikast ikki. Tá ið trongskygni hevur trokað seg inn á hann, hevur hann dugað væl at flust hylkini av smáligari hugsan uttan av sær. Hann er vorðin heimsborgari, ein kosmopolittur, sum ikki heingir seg í lokalt smáklandur.

Eyðun Waagstein

Hvar