Altjóða Kvinnudagur 2025
Við tónleiki, fyrilestri og sofapráti verður altjóða kvinnustríðsdagurin fagnaður í SALT
leygardagin klokkan 15.00.
Tiltakið kostar 100 kr.-. Gjaldast við dyrnar.
Vit seta sjóneykuna á føroyska málið og integratión. Møguleikarnir at læra føroyskt kunnu vera avmarkaðir, og av tí sama hava útlendingar ofta vantandi atgongd til vælvirkandi undirvísing í føroyskum.
At skula savna seg um tvey mál, føroyskt og danskt, ger tað truplari at duga bæði tvey til fulnar. Hetta kann hava við sær, at tann málsligi førleikin ikki er nóg góður, og forðar harvið integratiónini enn meira.
Vit seta spurningin:
Hvussu kunnu vit skipa fyri góðari integratión, og skapa týðandi møguleikar fyri útlendingar, sum royna at gerast fult integreraðir og javnbjóðis borgarar í føroyska samfelagnum og gera vit nokk?
Á skránni er:
Við altjóða kvinnudags kvøðu.
Hjartaliga vælkomin.
Vegna Valkyrjurnar & SALT