
Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson – “Sál”
Longd
Áleið 1 tímiKostnaður
DKK 100Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson – “Sál”
Í sambandi við at plátan “Sál” verður útgivin, kemur navnarframi íslendski saxofonleikarin Óskar Guðjónsson (AdHd, Mezzoforte) til Føroyar at spæla útgávukonsertir saman við Poulsen Brothers.
Brøðurnir Bárður og Pauli eru føddir einum gentukórleiðara og einum akkustiskum gittarasnillingi – og eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki.
Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik – Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi – og búgva nú endiliga aftur á sama postnummari.
Afturat sær hava teir trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna aftur frá bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum.
“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 6. august 2024.
Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki.
“Sál” verður útgiving av Tutl, og verður høvi at ogna sær plátuna á konsertini.
Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur
Konsertskrá
29.5 Mentanarhúsið
30.5 Hentsarsa pakkhús (trio), Sandavágur
30.5 Reinsaríið
31.5 Salt
Stuðlað útgávuni hava:
Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Kommuna, GramexTónleikarar, KODA-Føroyar, SMS, Betri Banki og Føroya Banki
**Atongumerki kann keypast við dyrnar**


