
Altjóða Kvinnudagur 2025
Longd
Áleið 2 tímarHvar
SALTKostnaður
DKK 100Altjóða Kvinnudagur 2025
Altjóða Kvinnudagur 2025
Við tónleiki, fyrilestri og sofapráti verður altjóða kvinnustríðsdagurin fagnaður í SALT
leygardagin klokkan 15.00.
Tiltakið kostar 100 kr.-. Gjaldast við dyrnar.
Vit seta sjóneykuna á føroyska málið og integratión. Møguleikarnir at læra føroyskt kunnu vera avmarkaðir, og av tí sama hava útlendingar ofta vantandi atgongd til vælvirkandi undirvísing í føroyskum.
At skula savna seg um tvey mál, føroyskt og danskt, ger tað truplari at duga bæði tvey til fulnar. Hetta kann hava við sær, at tann málsligi førleikin ikki er nóg góður, og forðar harvið integratiónini enn meira.
Vit seta spurningin:
Hvussu kunnu vit skipa fyri góðari integratión, og skapa týðandi møguleikar fyri útlendingar, sum royna at gerast fult integreraðir og javnbjóðis borgarar í føroyska samfelagnum og gera vit nokk?
Á skránni er:
- Fyrilestur við Elisabeth Holm, sum hevur skrivað phd-ritgerð um útlendingar sum koma til Føroya.
- Sofaprát við Majken Gaard, undirvísara í útbúgvingini Føroyskt sum annaðmál í Suðuroy og næmingar sum lesa á útbúgvingini, og næmingar sum eru farnir víðari frá Føroyskum sum annaðmál til víðari lesnað.
- Tónleikaframførsla við Ivy Bernardo við Neyst og Faith Thomsen, saman við Evi Tausen og Gunnrið Finnbjørnsdóttir, sum allar ganga á Heilsuskúla Føroya.
- Ivy og Faith greiða frá, hvussu tað er at koma úr Filipinunum til at ganga á Heilsuskúla
Føroya og búseta seg í Føroyum. - Eisini kemur Nancy Steinkross at greiða frá tíðini, tá ið hon flutti úr Ghana til Føroyar og Lív Næs fer somuleiðis at spæla nøkur løg fyri okkum.
Við altjóða kvinnudags kvøðu.
Hjartaliga vælkomin.
Vegna Valkyrjurnar & SALT


