Tíðindabræv, juni 2022

Góði lesari !

Vælkomin til tíðindabrævið, sum er ein nýggjur táttur á heimasíðuni hjá SALT.

Tíðindabrævið er ein meira yvirskipað kunning um SALT og tað, sum fyriferst í húsinum.

Í morgin, 23. juni, letur Saltkaféin hjá Breyðvirkinum uppí SALT. Eitt mentanarhús eigur at hava ein kafé og hevur brúk fyri tí fjálga og lívi, sum ein kaffistova gevur. Vit fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa samstarv við Breyðvirkið, sum hevur vist eitt serligt hegnið at bróta upp úr nýggjum. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Breyðvirkið og SALT hava ætlanir fyri framman um samstarv við lokal fólk, soleiðis at okkara gestir kunnu fáa lokalar rávørur og annað, sum Suðuroyggin hevur at bjóða. Vit ynskja Saltkaféini hjá Breyðvirkinum góðan byr, við vón um, at kaféin fær góða undirtøku frá fólki.

Fríggjadagur 8. juli er ein stórur dagur, tá Regatta við træskipum leggur at á Drelnesi, undir SALT. Móttøka verður kl. 17.00, har borgarstjórin heldur røðu og Tvøroyrar hornorkestur spælir. Regattain heldur fram leygardagin 9. juli. Sunnudagin tann 10. juli fara skipini av aftur Drelnesi. Skrá, bæði fyri vaksin og børn, er gjørd, nærri kunning kemur á salt.fo.

At enda fari eg at ynskja Onnu Mariu Sloan hjartaliga til lukku við starvinum sum samskipari og eventleiðari í SALT. Anna Maria hevur við dugnaskapi og síni livandi peronligheit og glaða lyndi longu sett sín dám á virksemið hjá húsinum. Anna Maria, vælkomin til SALT og til Suðuroynna og síggja vit fram til eitt virkið og gevandi samstarv.

Virðingarmest

Ólavur Rasmussen
stjóri