Størv

Eventleiðari til SALT

Eitt spennandi starv sum eventleiðari í SALT, er leyst at søkja.

Vit bjóða tær eina øðrvísi avbjóðing í einum av mest spennandi mentanarhúsum í landinum. SALT er í støðugari menning, og tú fært ein lyklaleiklut, hvussu vit framhaldandi skulu menna okkum.

Sum eventleiðari fært tú ábyrgd og frælsi til at menna virksemið í húsinum, soleiðis at SALT áhaldandi er eitt livandi og virkið mentanarhús, ið gevur suðringum og ferðandi mentanarupplivingar, ið eru viðkomandi og mennandi.

Tú ert full/ur í góðum hugskotum, og er ikki bangin fyri nýhugsan.

Tú torir at taka ábyrgd, tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og tú megnar at lofta teimum aftur.

Tú hevur eitt skipað arbeiðslag og ert fyrikomandi.

Sum eventleiðari hevur tú tætt samstarv við samskiparan og leiðsluna í húsinum, eins og tú ert tú ein nátúrligur partur av starvsfólkatoymunum hjá SALT. Vit síggja fram til ein eventleiðara, sum er við til at seta eina kós, til gleði og gagns fyri okkara viðskiftafólk.

Viðkomandi útbúgving ella royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur og arbeiðsbyrða eru skiftandi, og tú fært stórt frælsi til at leggja arbeiðið til rættis. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og ein partur av arbeiðnum er um kvøldið og í vikuskiftum. Tí mást tú vera búsitandi í Suðuroy, frá tí at starvstíðin byrjar.

Talan er um hálvtíðarstarv, og lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.

Møguleiki er at søkja bæði eventleiðara- og samskiparastarvið, nú bæði størvini eru lýst leys samstundis.

Saltsilogrunnurin tilskilar sær rættin til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður at eingin skikkaður umsøkjari er.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Ólav Rasmussen, stjóra, á  tlf. 21 30 13, ella á teldupost or50@mac.com.

Umsóknir kunnu sendast við telduposti annaðhvørt til cn282060@gmail.com (Charlotta Nielsen) ella til or50@mac.com (Ólavur Rasmussen) ella sum bræv til: SALT, Drelnes 22, 827 Øravík.

 

Evsta freist at søkja er mánadagin, 14. august 2023.


 


Samskipari til SALT

Eitt nýtt og spennandi starv, sum samskipari í SALT, er leyst at søkja.

Vit bjóða tær ein nýggja og øðrvísi avbjóðing í einum av mest spennandi mentanarhúsum í landinum.

Í meldrinum av nógvum ymiskum skapandi menniskjum, alskyns tiltøkum, og støðugt øktum ferðafólkatali til Suðuroyar, er uppgávan at samskipa tiltøkini í SALT bæði krevjandi og gevandi.

Tú kemur at virka í tøttum samstarvi við restina av toyminum í húsinum, og at hava ábyrgdina av, at øll tiltøk verða gjøgnumførd best møguligt. Hetta er líka frá at tiltakið verður skrivað í kalendaran, til ljós- og ljóðfólkini sløkkja eftir lokið tiltak.

Tú hevur ábyrgdina av, at kunningin í sambandi við tiltøk gongur upp í eina hæri eind, so at øll tey involveraðu hava yvirlit. Nógvir knøttir eru at trýsta á og nógv samskifti er við fólk, tá eitt tiltak skal fyriskipast. Tí er tað týdningarmikið, at tú hevur eitt skipað arbeiðslag.

Sum samskipari ert tú partur av starvsfólkatoymunum hjá SALT, og ert sostatt við til at seta kós og menna húsið.

Viðkomandi útbúgving ella royndir innan fyriskipan av tiltøkum eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur og arbeiðsbyrða eru skiftandi, og tú fært stórt frælsi til at leggja arbeiðið til rættis. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og ein partur av arbeiðnum er um kvøldið og í vikuskiftum. Tí mást tú vera búsitandi í Suðuroy, frá at starvstíðin byrjar.

Talan er um hálvtíðarstarv, og lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.

Møguleiki er at søkja bæði eventleiðara- og samskiparastarvið, nú bæði størvini eru lýst leys at søkja.

Saltsilogrunnurin tilskilar sær rættin til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at eingin skikkaður umsøkjari er.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Ólav Rasmussen, stjóra, á  tlf. 21 30 13, ella á teldupost or50@mac.com.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til cn282060@gmail.com (Charlotta Nielsen) ella til or50@mac.com (Ólavur Rasmussen) ella sum bræv til: SALT, Drelnes 22, 827 Øravík.

Evsta freist at søkja er mánadagin, 14. august kl. 2023.