Húsavørður til SALT

Húsavørður til SALT

SALT sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði.

 

SALT er ein visionerur mentanarpallur, og vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, har starvsfólkið fær virknan lut í skapanini og menningini av stovninum.

 

Starvsinnihald

Starvið fevnir um ymiskar og fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandura er vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningin er væl røkt og snotiligt.

 

Inni eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygninginum og innbúgvi.

Uppgávurnar eru millum annað:

·       viðlíkahald innan og uttan

·       burturbeinan av ruski

·       praktisk viðurskifti í sambandi við tiltøk hjá SALT

Vit vænta, at tú hevur:

·       eina handverkaraútbúgving og gott handalag

·       gott eyga fyri smálutum og dugir væl at loysa uppgávur

·       góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

·       góð samstarvsevnir

·       ágrýtni, ídni og ert røkin

·       koyrikort

 

Kunnleiki til tónleik og tónleika- og ljóðútgerð er ein fyrimunur.

 

Teldukunnleiki er ein fyrimunur.

 

Starvs- og lønarviðurskifti

Húsavørðurin verður settur eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

 

Starvið svarar til hálvt ársverk, men talan kann verða um trýkvart ársverk, sum verður nærri avtalað millum partarnar í starvssetanartilgongdini.

 

Umsókn og freist

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera SALT í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar 2023 kl. 12.00 og skulu sendast til or50@mac.com Hava tygum spurningar viðvíkjandi starvi num, kunnu tygum venda tygum til Ólav Rasmussen, tlf. nr. 213013.