Loading Events
| SALT

Tógv og Tónar við Herborg Torkilsdóttir

Nær

6. september 2025 kl. 16:00

Longd

Áleið 10 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 495

Tógv og Tónar við Herborg Torkilsdóttir

“Tógv og tónar” við Herborg Torkilsdóttir

Kom við til eina hugnaliga, stuttliga og kreativa løtu á SALT!

-vit fara at binda, eta, syngja, dansa, flenna og  hugna okkum fyri allar pengarnar!

Vit byrja kl.16 og halda á, til vit ikki orka meira. Stokkarnar leggja vit kl.23, og so flenna, syngja og dansa vit fyri rest. Barrin verður opin alt kvøldið.

 

At hava við til verkstovuna:

-Ymiskar restir- Alt verður koyrt í ein felagsbunka, og so binda vit frá hvørjum øðrum. Allir litir og øll sløg av garni eru vælkomin!

Stokkar: Alt eftir hvussu tú ynskir, at tín blusa skal vera, velur tú sjálv/ur hvørja stokkastødd tú ynskir at brúka. Hav gjarna fleiri støddir við, 6 mm – 10 mm

Eitt gott hugskot er at hava ermastokkar við eisini!

Heklinál : Tak fleiri støddir við- hetta um tú fært hug til at hekla partar av blusuni.

Síggjast í SALT!

Hvar