
Prima Facie
Longd
Áleið 1 tími og 30 minuttirPrima Facie
Í sambandi við femifagnaðar vikuna, fer leikbólkurin DFC at spæla leikin Prima Facie á pallum kring landið.
Leikurin setur sjóneykuna á kvinnur, rættindi og rættvísi – og á tey hol, ið framvegis eru í skipanum, sum skuldu tryggja okkum øllum somu rættindi.
Umframt at bjóða áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta undir samtalu og eftirhugsan um okkara felags ábyrgd hesum viðvíkjandi.
Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er spældur á leikhúsum kring knøttin og hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. fyri besta handrit.
Í stuttum snýr leikurin seg um sakføraran Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur ákæri.
Tá hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending, merkir hon á egnum kroppi, hvussu skipanin ikki tænir øllum líka.
Leikurin viðgerð evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu, og setur spurnartekin við okkara rættarskipan.
Leikurin varar 1 tíma og 30 min
Á pallinum eru:
Kristina Sørensen Ougaard
Dánjal á Neystabø
Anny Leo Thorsen.
Leikstjórn: Matthew Richardson.
Scenografi og búnar: Sámal Blak
Leikurin spældi í Perluni í Havn og fekk sera jalig ummæli.
Sí brot úr ummælum her:
– Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum
skjótast… Prima Facie er eitt framúr relevant og væl framborið samtíðarlistaverk við plássi
fyri teimum týdningarmiklu nuansunum og fyri eini hóming av ljósi í myrkrinum.
– Kinna Poulsen Listaportal 14.sep. 2025
– Det Ferösche Compagnie hevur enn einaferð skapt eina ágangandi viðkomandi pallseting av einum einari sterkari søgu við einum neyðugum boðskapi, og eg kann harðliga viðmæla øllum at fara oman í Perluna at uppliva hana.
– Dánjal Hoydal, Dimmalætting 14.sep. 2025
– Prima Facie var ein hugtakandi out of this world tour de force hjá Kristinu Sørensen Ougaard……Kropsliga nærveran og framburðurin hugtók meg, so eg varð málleysur.
– Birgir Kruse, Birkblog 24.sep 2025
!!NB!! Atgongumerki verður sett til sølu skjótt.


