Loading Events
SALT Bio |

Human Forever

Nær

8. mars 2026 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Human Forever

Filmurin Human Forever er ein søga um kærleika til mannaættina, sum menniskju við demenssjúku hava fortalt.

Í heili trý ár hevur Teun ferðast í 11 londum í fýra ymiskum heimspørtum, har hann hevur vitjað og eisini búð á fleiri demensheimum, m.a. í Danmark.
Saman við góða vini sínum, Jonathan de Jong, hevur Teun kannað, hvussu demensur verður handfarin í ymsum londum og øðrum mentanum, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum fyri at framtíðin skal gerast bjartari og rúmligari fyri fólk, ið liva við demenssjúku.

Filmurin hevur danskan undirtekst.

*100% fer til Alzheimerfelagið 

Hvar