Loading Events
Konsert | SALT

Hamferð og Tunghoyrt

Nær

16. mai 2026 kl. 21:00

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 300

Hamferð og Tunghoyrt

Dyrnar lata upp kl 20.00
Tiltakið byrjar kl 21.00

Hamferð hevur í næstan tvey áratíggju havt ein sertakan leiklut í føroyskum tónleiki. Bygdur um eina kjarnu av doom metal – seinur, tungur, álvarsamur málmur – sum av fyrstan tíð uppstóð við bólkum sum Black Sabbath og Candlemass, hevur tónleikurin hjá Hamferð ment seg støðugt til nakað, sum er trupult at seta í bás ella brúka til samanberingar. Ógvislig, tung og døpur hugløg sum viðurkenna myrkrið í føroyskari náttúru og siðsøgu; saknur, missur og sorg. Her hoyrir Hamferð heima, og frá palli kemur frá teimum ein innbjóðing til áhoyrararnar at fevna tær avbjóðandi kenslurnar.”

Manningin:
JÓN ALDARÁ – VOKAL
ESMAR JOENSEN – KEYBOARD
JENUS Í TRØÐINI – BASS
EYÐUN HVANNASTEIN – GUITAR
REMI KOFOED JOHANNESEN – TRUMMUR
THEODOR KAPNAS – GUITAR

 

Tunghoyrt er ein bólkur, ið spælir harðan tónleik. Bólkurin er mannaður av fýra 19ára gomlum monnum, sum spæla tónleik inspireraðan av 90’ara rocki.
Navnið Tunghoyrt kemur av orðinum tunghoyrdur, ið merkir illa hoyrdur ella næstan deyvur.
Hóast Tunghoyrt spælir harðan tónleik, eru sangir teirra baseraðir á tunglindi, við evnum sum kærleika, øði og vildskap. Sangirnir eru melodiskir og dynamiskir, og framførslur teirra eru villar og “right in your face”

Manningin:
BJARNI JAKOBSEN – TRUMMUR
ERIK REYNHEIM – BASS
HELGE GREVE – GUITAR
JÓNI STRØM – VOKAL

 

Hvar