Loading Events
Fyrilestur | SALT

DANIEL RYE – Islamisk Stats varetægt i 398 dage

Nær

11. september 2025 kl. 19:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 295

DANIEL RYE – Islamisk Stats varetægt i 398 dage

DANIEL RYE
Islamisk Stats varetægt i 398 dage

Vit bjóða tær við til ein heilt serligan fyrilestur, har tú fært møguleikan at hoyra søguna um Daniel Rye – danska myndamannin, sum var gísli hjá ISIS í heilar 13 mánaðir. Ein bæði ræðulig og gripandi søga, sum heldur áhoyrarunum bundnum allan vegin

Í sínum fyrilestri fortelur Daniel við óvanligum opinleika um sína uppliving, eitt persónligt innlit í, hvat tað merkir at vera gísli hjá ræðuligu yvirgangsrørsluni og hvussu hann fann vón og styrki í mest ómenniskjaligum umstøðum. Hetta er ein søga, tú aldri fert at gloyma – ein frásøgn um yvirliving, vinarløg og menniskjans ófatiliga viljastyrki

Daniel Rye fortelur erliga, livandi og í smálutum um gíslatøkuna og ta marru, hann livdi í hesa tíðina. Hann greiðir eisini frá, hvussu ómetaliga torført tað er at venda aftur til eitt vanligt lív eftir slíka uppliving.

Ein frásøgn, sum undirstrikar menniskjans ófatiliga yvirlivingarvilja – og ein søga, har veruleikin yvirgongur hugflogið.

Hvar