
Aksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello
Longd
Áleið 1 tímiKostnaður
ÓkeypisAksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello
Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello
Spennandi, fjølbroyttur og vakur tónleikur fyri Sello og klaver.
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes koma til Suðuroyar at spæla spennandi og vakran tónleik við sello og klaver.
Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu.
Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk.
Fantasiestucke eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri.
Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina tað mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum.
Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.
Konsertin varir uml. 50 min.


